- Tíðindi, mentan og ítróttur
Verða íløgur ikki gjørdar, hvørvur flotin
Felagið Faroe Origin fer nú undir at byggja tveir nýggjar trolarar fyri Rók og Lerk, sum vóru seldir av landinum í november 2021.
Veiðiloyvini á teimum eru galdandi í tvey ár, og tí er felagið tvingað at gera okkurt nú, um ikki veiðiloyvini skulu gleppa felagnum av hondum.
Rókur og Lerkur vóru seldir av landinum í november 2021.
Tað er eingin loyna, at raksturin hjá skipunum í heimaflotanum hevur verið tungur seinnu árini. Serliga hevur upsafiskiskapurin svikið.
Men stjórin í Faroe Origin sigur, at verða ongar íløgur gjørdar, er vandi fyri, at flotin hvørvur.
Hoyr samrøðu við Jens Paula Petersen, stjóra í Faroe Origin, í útvarpstíðindunum:
Soleiðis fara nýggju trolararnir at síggja út.
Teir nýggju trolararnir hava fleiri spøl, og kunnu tí bæði trola hvør sær og sum partrolarar.
Skipini eru sniðgivin, so tey hava so lítla ávirkan á umhvørvið sum møguligt. Tey hava lutfalsliga stór skrúvubløð og snúningstalið á skrúvuni er lítið. Skipini lúka øll nútímans krøv til útlát og larm, sigur Jens Pauli Petersen.
Prísin á skipunum hevur Faroe Origin gjørt av ikki at upplýsa.
Tað eru Varðin og Framherji, sum eiga hvør sín helming í Faroe Origin.
Virkið hjá Faroe Origin í Runavík.