- Tíðindi, mentan og ítróttur
Snarhús meira enn tríggjar milliónir í halli í fjør
Snarhús hevði góðar 3,3 mió. kr. í halli í fjør.
Vinningsbýtið, sum var 858 túsund 340 kr. í 2021, verður ikki goldið kortini, men flutt felagnum aftur.
Tað stendur í roknskapinum hjá smápartafelagnum Snarhús fyri 2022.
Felagið hevur negativa eginogn og avmarkaðan tøkan pening.
Leiðslan arbeiðir við at betra raksturin og metir, at raksturin fer at hildnast betur í 2023.
Grundað á hetta, hevur leiðslan avgjørt at seta roknskapin upp við framhaldandi rakstri fyri eyga.
Eginognin var minus 2,1 millión krónur 31.desember 2022.
Grannskoðanin: Nýggj fígging ikki sannlík
Tað er Januar sum hevur grannskoðað roknskapin hjá Snarhús. Og teirra niðurstøða er greið:
Smápartafelagið Snarhús hevur ikki prógvað, at tað fær fígging til at halda fram.
Ein treyt fyri framhaldandi rakstri er, at felagið fær útvegað nøktandi fígging.
Vit hava ikki móttikið nøktandi skjalprógv, sum kann ásanna, at felagið fær útvegað sær neyðugu fíggingina,
Tí er tað okkara áskoðan, at nýggj fígging ikki er sannlík, sigur Januar.
Januar sigur eisini, at ársroknskapurin gevur ikki gevur rættvísandi mynd av felagsins ognum, skyldum og fíggjarligu støðu 31. desember 2022, og av virksemi felagsins fyri roknskaparárið 2022 sambært ársroknskaparlógini.