- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ungfólk bundin av at spæla um pengar
Ungfólk bundin av at spæla um pengar
Politikarar eru farnir at spyrja, um lýsingar hjá veddingarfyritøkum hava við sær, at fleiri gerast ludomanar
20.09.2023 - 10:42
Kanningar vísa, at fleiri og fleiri ung gerast bundin av at spæla um pengar.
Onkur teirra verður útgreinaður sum ludomanur.
Stóru veddingarfyritøkurnar lýsa nógv, og eru stuðlar hjá ymsum liðum.
Hetta hevur fingið politikarar at spyrja, um møguleikarnir, sum veddingarfyritøkurnar hava á lýsingarmarknaðinum, ávirka tey ungu, og gera, at fleiri verða bundin.
Martin Kúrberg er leiðari á Frælsinum á Eiði.
Í Føroyum uppliva vit eisini, at fleiri ung gerast bundin av at spæla um pengar, sigur Martin Kúrberg, dagligur leiðari á Frælsinum á Eiði, sum tekur sær av ungum millum 18 og 24 ár, ið eru bundin at ymsum.
Hoyr innslag í útvarpstíðindununum:
20092023_Martin_Kurberg
Nýggjastu sendingar í ÚV