- Tíðindi, mentan og ítróttur
Januar: Snarhús ikki prógvað, at felagið fær fígging at halda fram
Byggifelagið smápartafelagið Snarhús hevur ikki prógvað, at tað fær fígging til at halda fram.
Ein treyt fyri framhaldandi rakstri er, at felagið fær útvegað nøktandi fígging.
- Vit hava ikki móttikið nøktandi skjalprógv, sum kann ásanna, at felagið fær útvegað sær neyðugu fíggingina, Tí er tað okkara áskoðan, at nýggj fígging ikki er sannlík.
So greið er niðurstøðan hjá grannskoðanarvirkinum Januar, sum hevur grannskoðað roknskapin hjá Snarhúsi fyri 2022.
Roknskapurin átti tí at verið gjørdur eftir tí, at framhaldandi rakstur ikki er til staðar.
Januar hevur fleiri viðmerkingar um Snarhús.
Gevur ikki rættvísa mynd
Januar sigur, at ársroknskapurin gevur ikki gevur rættvísandi mynd av felagsins ognum, skyldum og fíggjarligu støðu 31.desember 2022, og av virksemi felagsins fyri roknskaparárið 2022 sambært ársroknskaparlógini.
Felagið hevur í stríð við vinnufelagslógina veitt lán til kapitaleigara og leiðslu.
Leiðslan kann ábyrgdast hesum viðvíkjandi, sigur Januar.
Tað er ikki eydnast grannskoðarunum at fáa nøktandi grannskoðaraprógv fyri útlendskari vøru- og tænastuskuld, sum er tvær milliónir krónur.
Óvissa tengd at uppgerðum
Í uppgerðum um arbeiði, sum eru í gerð, eru skrásetingar, sum liggja til grund fyri útrokningum, metingar hjá leiðsluni í Snarhúsi.
Eftir okkara meting, siga grannskoðararnir, er óvissa tengd at hesum uppgerðum.
Tí kunnu úrslit og eginogn felagsins vera øðrvísi enn víst í roknskapinum, sigur Januar.
Sí innslag um Snarhús í Degi og Viku 16. juni: