Á Breddanum: Føroyar og KT-trygd

Á Breddanum: Føroyar og KT-trygd
Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum hevur fingið tilmæli um nettrygdarætlan, men fer henda ætlan at gera nakran mun, verður spurt í sendingini í dag.
Føroyar skulu verjast fyri KT-álopum er eitt av endamálunum í nýggju nettrygdarætlanini. (Savnsmynd)
 
20.09.2023 - 09:17

Føroyar skulu verjast fyri KT-álopum. 

Tað er eitt av endamálunum í nýggju nettrygdarætlanini, sum var latin landsstýrismanninum í uttanríkis- og vinnumálum fyri góðum tveimum vikum síðani.

Men kvat er KT- trygd? Eru Føroyar nóg væl vardar fyri álopum á netinum? Og fer nýggja nettrygdarætlanin at gera nakran mun?

Tóri Højgaard, stjóri í Dátueftirlitinum, og  KT-trygdarserfrøðingarnir, Torben Voss Nielsen og Kristian Eli Zachariasen, skifta orð um málið í Breddanum í dag.

Breddin í útvarpinum klokkan 10, og sendingin verður eisini stroymd á kvf.fo.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Leygardag 18. januar
Morgunlestur leygardagur 18. januar 2025
186264
Fríggjadag 17. januar
Vikuskiftið 17 januar 2025
186483
Nýggjastu sendingar í SV