Semingsstovnurin tosar aftur við partarnar

Semingsstovnurin tosar aftur við partarnar
Terje Sigurðsson, semingsmaður, sigur, at hann bíðar eftir svari frá Lønardeildini
Terje Sigurðsson, semingsmaður.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
19.09.2023 - 15:23

Terje Sigurðsson, semingsmaður, hevur borið Lønardeildini hjá Fíggjarmálaráðnum boðini, sum Óluva í Gong bar honum fyrrapartin.

Forkvinnan í sjúkrarøktarfrøðingafelanum hevði fund við semingsstovnin fyrrapartin.

Í tiðindunum á middegi segði Óluva í Gong, at felagið vil hava nøkur viðurskifti við í semingsuppskotið, um sjúkrarøktarfrøðingarnir skulu góðtaka tað.

Terje Sigurðsson, semingsmaður sigur, at hann tosar við partarnar.

 

Bíðar eftir svari

- Eg havi havt fund við Lønardeildina, og bíði nú eftir svari frá teimum, segði hann í stuttari viðmerking fyri løtu síðani.

Terje Sigurðsson sigur, at hann tekur ta tíð, sum er neyðug, og veit ikki at siga, nær nýtt er at frætta.

Jan Mortensen, stjóri á Lønardeildini hevur onga viðmerking.

Nevndin hjá felagnum Føroyskir SJúkrarøktarfrøðingar fór á fund klokkan 9 í morgun at umrøða støðuna, eftir at felagið hósdagin vrakaði eitt semingsuppskot, sum Semingsstovnurin legði fyri tey og Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 11. apríl
Vikuskiftið 11 apríl 2025
190618
Fríggjadag 11. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 11.apríl 2025
190387
Hósdag 10. apríl
RagnarRokk 10.apríl 2025
189858
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. apríl
KAKUMiKS (3:7)
190561
Fríggjadag 11. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190594
Fríggjadag 11. apríl
Veðrið
190617
Hósdag 10. apríl
Útilív 4:6
190570
Hósdag 10. apríl
Føroyar - Litava (36-26)
190551