Vilja hava oyrnabørn skjótari til viðgerðar

Vilja hava oyrnabørn skjótari til viðgerðar
Landsstýriskvinnan lovar at kanna, hvussu stórur trupulleikin er, og hvat skal fyri at loysa hann
Kristina á Løgmannsbø, sum hevur børn við oyrnatrupulleikum, handaði Margit Stórá, landsstýriskvinnu, undirskriftirnar.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
18.09.2023 - 17:00

- Eg má seta meg inn í málið, tí her er eingin einføld loysn.

Tað segði Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, tá ið hon í dag fekk handaðar 527 undirskriftir frá foreldrum og avvarðandi, sum vilja hava, at børn, ið hava ilt í oyranum sleppa skjótari til viðgerðar.

 

Foreldur og avvarðandi at oyrnabørnum hava savnað tær 527 undirskriftirnar. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Margit Stórá sigur, hon fer beinan vegin at kanna, hvussu stórur trupulleikin við oyrnabørnum er, og hvat skal til fyri at loysa hann.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

18092023_Oyrnaborn_og_undirskriftir


 
 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt páskadagur.
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878