- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sjúkrarøktarfrøðingarnir hava vrakað semingsuppskotið
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar vrakaðu fyri løtu síðan eitt semingsuppskot, sum Semingsstovnurin legði fyri teimum og Lønardeildini hjá Fíggjarmálaráðnum.
Harvið er semingin eisini enda, upplýsir Terje Sigurðsson, semingsmaður.
Klokkan tíggju í morgun settust samráðingarfólkini hjá Lønardeildini og sjúkrarøktarfrøðingarnar annars aftur saman við Semingsstovninum.
Men semingsroyndin bar ikki á mál.
Byrjaðu týsdagin
Semingsroyndin byrjaði á miðdegi týsdagin.
Tey fóru heim, tá klokkan gekk til tíggju týskvøldið.
Í gjáramorgunin hittust tey aftur klokkan níggju og sótu til klokkan níggju í gjárkvøldið.
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Lønardeidin hjá Fíggjarmálaráðnum sendu boð eftir Semingsstovninum 24.august.
Tá eydnaðist teimum ikki at semjast um nýggjan sáttmála fyri tann, sum fór úr gildi á nýggjárinum.