- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggjur leiðari á Sólteigi og Eysturstræti
Andrias Hansen er settur sum nýggjur leiðari á sjálvsognarstovninum Sólteigur og Eysturstræti.
Hann tekur við eftir Rasmus Patursson, sum nú leggur frá sær fyri aldur, eftir at hava verið leiðari á sjálvsognarstovninum síðan 1.apríl 1985.
Andrias hevur drúgvar royndir innan psykiatriska økið. Hann hevur starvast á økinum 20 ár, bæði á stongdari og opnari deild, í sosialpsykiatriini og seinastu árini í Fountainhúsinum.
Eisini hevur Andrias hevur starvast á ymsum stovnum í Danmark, áðrenn hann hann kom aftur til Føroya í 2009, og fór á Psykiatriska Depilin at arbeiða.
Andrias, sum er 50 ára gamal, er útbúgvin ergoterapeutur, og hevur eisini leiðsluroyndir á ergoterapiini á Psykiatriska Deplinum.
Andrias Hansen byrjar í starvinum 1. oktober.