Ocean Explorer er leyst

Ocean Explorer er leyst
Føroyingur er skipari á grønlendska havrannsóknarskipinum, ið togaði ferðamannaskipið leyst
Ocean Explorer er nú leyst aftur.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
14.09.2023 - 13:07

Tað hevur eydnast at toga ferðamannaskipið Ocean Explorer leyst, upplýsir Arktisk Kommando fyri grønlendska kringvarpinum.

Grønlendska havrannsóknarskipið Tarajoq gjørdi eina roynd aftrat at toga Ocean Explorer leyst, og tað eydnaðist. 

Ferðamannaskipið er nú á veg til nærmastu havn. Síðani verða ferðafólkini flutt til eina floghavn, og haðani fara tey við flogfari heim.

Sjóvinnumyndugleikarnir hava givið Ocean Explorer boð um at sigla til lands, so kavarar kunnu kanna botnin.

Ocean Explorer hevur staðið fast í botni í Alpufjørðinum í Norðureysturgrønlandi síðani mánadagin.

Skipari á Tarajoq, sum togaði ferðamannaskipið leyst, er Jóhan Hendrik Garðshorn. 

 

 

Hoyr samrøðu, sum Jón Brian Hvidtfeldt gjørdi við hann í útvarpstíðindunum:

 

Johan_Hendrik_Gardshorn

 

Jóhan Hendrik Garðshorn tók myndirnar.


 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Leygardag 18. januar
Morgunlestur leygardagur 18. januar 2025
186264
Fríggjadag 17. januar
Vikuskiftið 17 januar 2025
186483
Nýggjastu sendingar í SV