- Tíðindi, mentan og ítróttur
Á Breddanum: Færri næmingar í skúlaflokkinum
Á Breddanum: Færri næmingar í skúlaflokkinum
Hvørjir fyrimunir og vansar eru við at lækka talið á næmingum í flokkinum, verður spurt í sendingini í dag
14.09.2023 - 09:26
Færri næmingar skulu vera í hvørjum skúlaflokki.
Tað ætlar landsstýrismaðurin í skúlamálum, sum fyrr í ár fekk handað álit um fólkaskúlan.
Men hvat byggir hetta álitið á? Hvørjir eru fyrimunirnir og vansarnir við at minka talið á næmingum í hvørjum flokki? Og letur hetta seg gera við teimum skúlakørmum, sum eru í dag?
Hetta og mangt aftrat viðgera vit í sendingini saman við forkvinnuni í bólkinum, sum skrivaði álitið, formanninum í Lærarafelagnum og trimum skúlastjórum.
Og landsstýrismaðurin í skúlamálum og borgarstjórin í Havn vera í útvarpsstovuni.
Breddin í útvarpinum klokkan 10 og á kvf.fo.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV