Semingsroyndin heldur fram fyrrapartin

Semingsroyndin heldur fram fyrrapartin
Semingsstovnurin sat við pørtunum í sáttmálatrætuni til klokkan níggju í gjárkvøldið
Teir tríggir semingsmenninir taka semingsroyndina uppaftur fyrrapartin.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
14.09.2023 - 08:51

Klokkan tíggju hittast samráðingarfólkini hjá Lønardeildini og sjúkrarøktarfrøðingarnar aftur saman við Semingsstovninum.

Semingsroyndin byrjaði á middegi týsdagin. 

Tey fóru heim, tá klokkan gekk til tíggju týskvøldið.

Í gjáramorgunin hittust tey aftur klokkan níggju, og sótu til klokkan níggju í gjárkvøldið.

Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar og Lønardeidin hjá Fíggjarmálaráðnum sendu boð eftir Semingsstovninum 24.august.

Tá eydnaðist teimum ikki at semjast um nýggjan sáttmála fyri tann, sum fór úr gildi á nýggjárinum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Leygardag 18. januar
Morgunlestur leygardagur 18. januar 2025
186264
Fríggjadag 17. januar
Vikuskiftið 17 januar 2025
186483
Nýggjastu sendingar í SV