Sinnaður at kanna játtanina

Sinnaður at kanna játtanina
Landsstýrismaðurin sigur, at málið er, at børn, sum koma til Føroya, fella so væl til sum gjørligt
Formaðurin í Lærarafelagnum hevur eftirlýst serstaka játtan til útlendsk børn at læra føroyskt sum annaðmál. Landsstýrismaðurin sigur, at hann er sinnaður at kanna játtania. (Savnsmynd)
 
13.09.2023 - 18:02

- Málið er at fáa børn, sum koma til Føroya, at fella so væl til sum gjørligt. Tí eri eg sinnaður at hyggja at játtanini til føroyskt sum annaðmál, tá vit fara undir samráðingar um fíggjarlógina.  

Tað sigur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum. 

Fyrr í dag hoyrdu vit formannin í Føroya Lærarafelag siga, at tað ikki verður játtaður nóg nógvur peningur til børnini, sum koma til Føroya at ganga í skúla, og hava tørv á undirvísing í føroyskum sum annaðmál. Hetta er tó ikki galdandi fyri ukrainsku børnini.  

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

13092023_Djoni_um_annadmal

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Leygardag 18. januar
Morgunlestur leygardagur 18. januar 2025
186264
Nýggjastu sendingar í SV