- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fleiri íbúðir verða bygdar og seldar nú
Fleiri íbúðir verða bygdar og seldar nú
Eftirspurningurin er um alt landið, sigur stjóri i Betri Heimi, Kára á Dunga
13.09.2023 - 18:00
Tað verða bygdar og seldar nógv fleiri íbúðir nú, enn fyri nøkrum fáum árum síðani.
Talið á seldum íbúðum fyrra hálvár í ár var á leið tað sama sum talið á seldum sethúsum.
Og eftirspurningur er um alt landið, sigur Kára á Dunga, stjóri í Betri Heimi, sum er komin við nýggjari íbúðakanning.
Kára á Dunga er stjóri í Betri Heimi.
Í fjør vóru 125 íbúðir seldar í høvuðsstaðarøkinum.
Tað eru umleið 75 íbúðir fleiri enn í árunum 2016-2018, tá talið lá um 50 íbúðir um árið.
Fyrra hálvár í ár vóru 44 íbúðir og 47 sethús seld í høvuðsstaðarøkinum.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
13092023_Sethus_og_ibudir
Les meira her.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
TEMAPLÁTAN: Welcome to the Pleasuredome, Frankie Goes To Hollywood, 1984
186486
Nýggjastu sendingar í SV