- Tíðindi, mentan og ítróttur
Loysir seg betur at eiga enn at leiga
- Tað loysir seg betur at eiga enn at leiga.
Tað sigur Jens Meinhard Rasmussen, stjóri í Smyril Line, nú felagið hevur keypt RoRo-farmaskipið Seagard frá finska reiðarínum Bore Ltd.
Skipið fær navnið Glyvursnes, tá ið tað verður latið Smyril Line. og verður sett í regluliga sigling millum Tórshavn, Þórlakshöfn og Hirtshals í staðin fyri Mistral, sum Smyril Line hevur leigað seinastu árini.
Hoyr samrøðu við Jens Meinhard Ramussen:
Jens Meinhard Rasmussen, stjóri í Smyril Line. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Skipið verður latið Smyril Line í Hirtshals í fyrstu viku í januar 2024.
Skipið er bygt í Týsklandi í 1999.
Tað er 153,5 metrar langt og 20,6 metrar breitt.
Tá Glyvursnes kemur, eigur Smyril Line øll seks skipini, sum tað hevur í flotanum.