- Tíðindi, mentan og ítróttur
Smyril Line keypt eitt farmaskip aftrat
Smyril Line keypt eitt farmaskip aftrat
Skipið, sum fær navnið Glyvursnes, kemur í flotan í januar 2024
12.09.2023 - 09:31
Smyril Line hevur keypt RoRo-farmaskipið Seagard frá finska reiðarínum Bore Ltd.
Skipið verður latið Smyril Line í Hirtshals í fyrstu viku í januar 2024.
Tað fær tá navnið Glyvursnes.
Skipið er bygt í Týsklandi í 1999. Tað er 153,5 metrar langt og 20,6 metrar breitt.
Glyvursnes verður sett í regluliga sigling millum Tórshavn, Þórlakshöfn og Hirtshals í staðin fyri Mistral, sum Smyril Line hevur leigað seinastu árini.
Tá Glyvursnes kemur, eigur Smyril Line øll seks skipini, sum tað hevur í flotanum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
TEMAPLÁTAN: Welcome to the Pleasuredome, Frankie Goes To Hollywood, 1984
186486
Nýggjastu sendingar í SV