- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sam farin aftur í sigling
Sam er komin aftur á kalsoyarleiðina eftir at hava verið á beding í tríggjar vikur.
Plássbíleggingarskipanin, sum kom, tá Erla Kongsdóttir og Sildberin sigldu fyri Sam, heldur fram.
Skipanin er nú bæði fyri fólk og akfør.
Ferðafólkastreymurin til Kalsoynna er vaksin sera nógv seinastu árini.
Tí avgjørdu Strandfaraskip landsins at seta fimm bilapláss av til tey, sum búgva í Kalsoynni. Tann skipanin heldur eisini fram.
Nú vera eisini 30 pláss sett av til fólk, sum búgva í Kalsoynni. Plássini, sum so eru eftir, verða løgd í plássbíleggingarskipanina.
Enn sum áður fara kalsoyingar at kunna brúka borgarakortið frá Klasvíkar kommunu.
Sam tekur 115 ferðafólk og 12 persónbilar.