- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stjórnin biður um umbering
Klokkan ellivu byrjar tiltak í Norðurlandahúsinum í Havn í sambandi við, at danska stjórnin biður um umbering fyri, hvussu fólk, sum vóru heimansett undir ser- og andveikraforsorgini frá 1933 til 1980, vóru viðfarin.
Ein frágreiðing um hetta varpar ljós á eitt døkt tíðarskeið í danskari søgu.
Børn, ung og vaksin vóru fyri sviki og ágangi, meðan tey vóru í varðveitslu hjá statinum, stendur í frágreiðingini.
Nógvir føroyingar vóru millum teirra, 142 føroyingar vórðu sendir til Danmarkar.
Umberingin hjá danska ráðharranum, Pernille Rosenkrantz-Theil, verður stroymd.
Lærdi á Rødbygaard
Almanna- og Mentamálaráðið, Javni, Megd og onnur skipa fyri tiltakinum, sum er fyri tey, sum vóru send til Danmarkar í tíðarskeiðnum 1933-1980, og eru komin heim aftur til Føroya, teirra avvarðandi og onnur áhugað.
Samrøða verður við Ragnhild Dahl, sum lærdi á Rødbygaard. Hon var við í tilgongdini, tá vit í Føroyum tóku okkara heim aftur.
Á skránni eru eisini fyrilestur og sofaprát.
Umberingin hjá danska ráðharranum, Pernille Rosenkrantz-Theil, verður stroymd.
Tiltakið í Norðurlandahúsinum verður frá kl.11.00 til 14.00.