Elisabeth fekk ársins herðaklapp

Elisabeth fekk ársins herðaklapp
Elisabeth Hummeland fekk ársins herðaklapp í Vestmanna  
Bjørg á Rógvi (vm) og Elisabeth Hummeland. 800 fólk ótu morgunmat í høllini í Vestmanna, nú Vestmannadagar eru.
Mynd: Vestmanna kommuna.  
 
09.09.2023 - 14:41

Elisabeth Hummeland fekk ársins herðaklapp í Vestmanna.  

Tað fær hon, tí hon í sínum ungu árum var virkin í ungmannafelagnum Geilini, í sjómanskvinnuringinum, í VÍF og í sjónleikaralívinum, sum tá var í bygdini.

Hóast hon sjálv er komin nakað til árs, fer hon av sínum eintingum við eldri til handils, koyrir tey trúføst til lækna, til Havnar, vitjar eldri fólk í bygdini og gongur túrar við teimum. 

Hon er glað, blíð, fyrikomandi og altíð klár til eitt prát, segði Bjørg á Rógvi, borgarstjóri í Vestmanna, tá hon gav Elisabeth Hummeland ársins herðaklapp.

Orðini eigur dómsnevndin. Í dómsnevndini vóru bygdarráðslimirnir Sára Jógvansdóttir, Eyðun Hansen og Ingi Olsen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Leygardag 18. januar
Morgunlestur leygardagur 18. januar 2025
186264
Nýggjastu sendingar í SV