Ætlar at selja fyri milliónir men einki verður selt

Ætlar at selja fyri milliónir men einki verður selt
Í nógv ár hevur landsstýrið sett milliónir í fíggjarlógina sum inntøkur fyri seldar bygningar
Nógvir pengar vera settir í fíggjarlógina, men teir koma ikki,
 
09.09.2023 - 11:18

Í nógv ár hevur landsstýrið sett milliónir í fíggjarlógina sum inntøkur fyri seldar bygningar.

Men inntøkurnar koma ikki, tí bygningar vera ikki seldir.

Í fíggjarlógini fyri 2022 vóru til dømis fimm milliónir krónur.

Men tær komu ikki.

Landsstýrismaðurin í fiskivinnu- og samferðslumálum sigur í frágreiðingini hjá  Landssgrannskoðanini um frávik millum játtan og nýtslu í 2022, at fyrireikingar eru gjørdar til at selja almennar bygningar.

Eingin bygningur var seldur í 2022, tí Landsverk fekk onga fráboðan frá stjórnarráðum um at selja bygningar. 

Sambært landsstýrismanninum hevur Landsverk lista við bygningum, sum møguliga kunnu seljast komandi árini. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008
Týsdag 28. januar
Orðaval #10 - talumál og Norðlýsið
186983
Týsdag 28. januar
Góðan morgun Føroyar
186960
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. januar
Vegamót: Støðan í ríkisfelagsskapinum
187006
Týsdag 28. januar
Veðrið
186991
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881