Næstan 45 milliónir í kapitalvinningsskatti fóru av landinum

Næstan 45 milliónir í kapitalvinningsskatti fóru av landinum
Men landið fekk eisini sjálvt nógv vinningsbýti í fjør
Landið fekk góðar 134 milliónir í vinningsbýti frá BankNordik í fjør. Landið eigur góðan triðing í bankanum.
 
09.09.2023 - 10:03

So nógv vinningsbýti fór av landinum í fjør, at landskassin noyddist at rinda aftur 44 milliónir og 627.000 kr. í kapitalvinningsskatti í fjør.

Hetta skuldi landskassin rinda partaeigarum uttanlands aftur.

Treytin fyri at fáa kapitalvinningsskattin endurrindaðan er, at tann, sum eigur partabrøvini og fær vinningsbýtið, býr uttanlands. 

Tað stendur í frágreiðingini hjá Landssgrannskoðanini um frávik millum játtan og nýtslu í 2022.

Frágreiðingin er latin løgtingsgrannskoðarunum.

Í fjør var roknað við 290 mió. kr. í kapitalvinningsskatti í fíggjarlógini.

Endaliga talið, roknskapurin, gjørdist 42 milliónir minni.

Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum hevur greitt frá, at í høvuðsheitum er talan um frávik,
sum stavar frá, at kapitalvinningsskattur í størri mun enn árini frammanundan er afturrindaður. 

Serliga BankNordik

Orsøkin er samansetti eigaraskarin í feløgum, sum lata vinningsbýti, serstakliga í BankNordik. 

Eisini tí, at talan í ávísan mun er um afturrindan fyri kapitalvinningsskatt í nøkur ár, serstakliga fyri BankNordik fyri 2021.

Í 2021 var afturrindaði kapitalvinningsskatturin 3,6 mió. kr., og hann var 5,9 milliónir í 2020.

Landið fekk nógv vinningsbýti

Men landið fekk 74,5 mió. kr. meira í vinningsbýti frá teimum feløgum, sum landið eigur ella eigur í.

Landið 166,2 mió. kr. Í fíggjarlógini fyri 2022 eru 91,7 milliónir.

Landið fekk 1,1 millión frá Elektron, 30 milliónir frá Føroya Tele, 134,4 milliónir frá BankNordik og landið fekk 652.000 kr. frá Tjaldri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008
Týsdag 28. januar
Orðaval #10 - talumál og Norðlýsið
186983
Týsdag 28. januar
Góðan morgun Føroyar
186960
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. januar
Vegamót: Støðan í ríkisfelagsskapinum
187006
Týsdag 28. januar
Veðrið
186991
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881