- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroya Tele í rættin við avgerð
Føroya rættur skal taka støðu til, um Føroya Tele hevur brotið kappingarlógina.
Kappingareftirlitið meldaði fyrr í ár Føroya Tele til løgregluna, tí eftirlitið metti, at felagið í 2018 misnýtti sína stødd og ráðandi marknaðarstøðu. Føroya Kærustovnur gav Kappingareftirlitinum viðhald í niðurstøðini. Málið kann enda við stórari bót.
Freistin hjá Føroya Tele at kæra avgerðina hjá Kappingareftirlitinum var í dag, annars hevði málið enda hjá ákæruvaldinum.
Og nú er greitt, at Føroya Tele hevur kært avgerðina til Føroya rætt.
Ósamd
Í skrivligari viðmerking til Kringvarpið sigur Símun Skaalum, stjóri í FT samskifti, at:
"Sum vit áður hava sagt, eru vit ósamd í niðurstøðuni hjá Kappingarráðnum og Føroya Kærustovni. Av tí, at málið við hesum er endaliga avgreitt innan fyrisitingina, hava vit nú latið Føroya Rætti stevning í málinum".