Samráðingarnar hjá pedagogunum byrjaðar

Samráðingarnar hjá pedagogunum byrjaðar
Partarnir handaðu hvør øðrum krøv í gjár, og samráðingarfundur verður aftur 27. september
Pedagogfelagið, KAF og Lønardeildin hava avtalað samráðingarfund aftur síðst í hesum mánaðinum.
 
07.09.2023 - 14:26

Sáttmálasamráðingarnar hjá Pedagogfelagnum eru byrjaðar

Í gjár handaði nevndin krøvini og fekk eisini krøv frá Kommunala arbeiðsgevarafelagnum og Fíggjarmálaráðnum.

Pedagogfelagið sigur, at tey í vár avgjørdu at geva arbeiðsgevarunum stundir at samráðast við tey feløg, hvørs sáttmálar gingu út í oktober 2022. 

 

Vilja ikki bíða longur

Flestu av hesum samráðingum eru  tó ikki komnar á mál, og nevndin í Pedagogfelagnum heldur ikki, at tað sømir seg at bíða longur við samráðingunum.

- Vit eru greið yvir, at fleiri av tykkum hava tørv á einum lønarlyfti her og nú, og fara vit at gera okkara fyri, at vit fáa nýggjan sáttmála skjótast gjørligt, sigur Pedagogfelagið í skrivi á heimasíðuni. 

Arbeiðsgevararnir høvdu tó ikki stundir at fara meira ítøkiliga til verka fyrr enn tann 27. september, og næsti fundur ásettur at vera tá, sigur Pedagogfelagið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151