915 arbeiðsloyvi latin eftir snarskipanini

915 arbeiðsloyvi latin eftir snarskipanini
Útlendingastovan sigur, at frá 18.november 2021 til og við november 2022 vóru latin 260 loyvi til at arbeiða í fiskivinnuni og alivinnuni
Útlendsku arbeiðsfólkini eru eisini í fiskavirkisskipanini hjá ALS. (Savnsmynd)
 
06.09.2023 - 08:35

Síðani snarskipanin, fast track, kom 18.november í 2021, eru 915 arbeiðsloyvi latin.

Tað var talið í juli í ár.

135 arbeiðsloyvi eru givin útlendingum úr triðjalondum eftir vanligu mannagongdini.

Tølini eru í svarinum hjá Bjarna Kárasyni Petersen, landsstýrismanni, til Súsonnu Bertholdsen, løgtingskvinnu.

Landsstýrismaðurin sigur, at dagførd hagtøl eru ikki um, hvussu nógvir útlendingar úr  triðjalondum arbeiða í flakavinnuni.

Útlendingastovan sigur, at frá 18.november 2021 til og við november 2022 vóru latin 260 loyvi til at arbeiða í fiskivinnuni og alivinnuni.

Hesi útlendsku arbeiðsfólkini eru eisini í fiskavirkisskipanini hjá ALS.

 

Fiskavirkisskipanin

Landsstýriskvinnan í arbeiðsmarknaðarmálum hevur heitt á ALSstýrið um at viðgera spurningin, um útlendingar, sum hava tíðaravmarkað arbeiðs -og uppihaldsloyvi, skulu framhaldandi vera í fiskavirkisskipanini. 

Stýrið hevur ikki gjørt niðurstøðu um hetta enn, stendur í svarinum frá Bjarna Kárasyni Petersen.

Súsanna Bertholdsen sigur, at snarskipanin ger, at ein stórur ójavni er í arbeiðstímum hjá føroyingum og útlendingum, sum arbeiða á sama virki. 

Útlendingar eru tryggjaðir 40 tíma arbeiðsviku.

Men føroyingar eru bara tryggjaðir 32 tímar í fiskavirkisskipanini hjá ALS, sum er í mesta lagi 80 prosent av arbeiðsmannaløn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. februar
Vikuskiftið 7 februar 2025
187506
Fríggjadag 7. februar
Brot úr Føroya søgu
187467
Fríggjadag 7. februar
Breddin: Grønland
187466
Fríggjadag 7. februar
Góðan morgun Føroyar
187465
Fríggjadag 7. februar
RagnarRokk:Steffen Kummerer um A Sonication
187395
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342