Gjaldskortupplýsingar hjá Skálkur.fo endaðar á skeivum hondum

Gjaldskortupplýsingar hjá Skálkur.fo endaðar á skeivum hondum
Skálkur.fo ávarar nú um, at óviðkomandi hava fingið atgongd til nethandilin, og tískil er møguleiki fyri, at kortupplýsingar hjá viðskiftafókum eru endaðar í skeivum hondum
 
06.09.2023 - 01:01

Um tú hevur keypt á nethandilinum Skálkur.fo í tíðarskeiðnum 28. august til og við 5. september í ár, so kunnu tínar gjaldskortupplýsingar vera endaðar í skeivu hondunum. 

Tað vísir seg, at óviðkomandi hava fingið atgongd til nethandilin Skálkur.fo, og tiskil er møguleiki fyri, at hesi fólk eisni hava fingið atgongd til kortupplýsingar hjá viðskiftafólkum.

Tað stendur at lesa á heimasíðuni nethandlinum Skálkur.fo, sum er óvirkin í løtuni. 

Sambært nethandlinum, so mæla telduserfrøðingar og bankaráðgevar viðskiftafólkum hjá Skálki.fo til at sperra gjaldskortið beinanvegin og at bíleggja nýtt.

Um fólk hava útreiðslur av at sperra og bíleggja nýtt kort, so endurrindar Skálkur.fo tær. 

Skálkur.fo skrivar eisini á heimasíðuni, at tey hava sett seg í samband við øll viðskiftafólkini, sum tey meta, eru rakt av hesum.

"Vit eru sera hørm um støðuna. Fyri at tryggja tykkum best møguliga lata vit, i samráði við trygdarserfrøðingar, nethandilin aftur til nýggi heimasíða er klár."

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008
Týsdag 28. januar
Orðaval #10 - talumál og Norðlýsið
186983
Týsdag 28. januar
Góðan morgun Føroyar
186960
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. januar
Vegamót: Støðan í ríkisfelagsskapinum
187006
Týsdag 28. januar
Veðrið
186991
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881