100.000 kr. í eykajáttan til grind

100.000 kr. í eykajáttan til grind
Í fíggjarætlanini í ár hevur Vestmanna kommuna bara sett 19.000 kr. av til endamálið
Grindin í Vestmanna í summar hevur higartil kostað 114.000 kr.
 
04.09.2023 - 08:23

Grindin í Vestmanna 14.juni hevur kostað kommununi 114.000 kr. higartil.

Men í fíggjarætlanini fyri 2023 eru bara 19.000 kr. settar av til grind.

Bygdarráðið hevur tí samtykt eina eykajáttan, sum er 100.000 kr., til grind.

Pengarnir eru tiknir av einari kontu, sum eitur hegn og bøgarðar.

Málið um eykajáttanina skal hava eina viðgerð aftrat í bygdarráðnum.   

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Leygardag 18. januar
Morgunlestur leygardagur 18. januar 2025
186264
Fríggjadag 17. januar
Vikuskiftið 17 januar 2025
186483
Nýggjastu sendingar í SV