Illveður sæst aftur í roknskapinum

Illveður sæst aftur í roknskapinum
Skaðaendurgjøldini hjá Trygd fyrra hálvár vóru stívar 51 mió. kr.
Úrslitið hjá Trygd eftir skatt fyrra hálvár var 4,6 mió. kr.
 
01.09.2023 - 08:28

Illveðrið í februar sæst aftur í roknskapinum hjá Trygd fyri fyrra hálvár.

Skaðaendurgjøldini vóru stívar 51 mió. kr. Tey vóru stívar 47 mió. kr. í fyrra hálvári 2022.

Inflatiónin ger eisini, at umvælingar eru vorðnar dýrari.

Annars sigur Trygd, at fyrra hálvár hilnaðist væl.

Úrslitið eftir skatt var 4,6 mió. kr. Tað var 3,6 mió. kr. fyrra hálvár í fjør.

Higartil í ár hevur Trygd havt 400.000 kr. í avlopi av íløguvirkseminum.

Tað ljóðar ikki av nógvum, men í fjør var hall, 4,3 mió. kr.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Leygardag 18. januar
Morgunlestur leygardagur 18. januar 2025
186264
Fríggjadag 17. januar
Vikuskiftið 17 januar 2025
186483
Nýggjastu sendingar í SV