Nógv fleiri ferðafólk á hestleiðini

Nógv fleiri ferðafólk á hestleiðini
Vøksturin var 40 prosent, svarandi til umleið 1.500 ferðafólk
Sjey vikur í summar sigldi Erla Kongsdóttir aftrat Teistanum á hestleiðini.
 
01.09.2023 - 08:23

Ferðafólkatalið á hestleiðini vaks nógv í summar, 40 prosent, svarandi til sløk 1.500 ferðafólk.

Í sjey vikur í summar vóru nógv fleiri túrar á hestleiðini.

Frá 29.juni til 20.august sigldi Erla Kongsdóttir aftrat Teistanum.

Arbeitt verður í løtuni við at tillaga atløguviðurskiftini í Hesti, so Erla Kongsdóttir kann flyta akfør um Hestfjørð. 

 

Ætla at selja Teistan

Enn er ikki greitt, hvat verður av Teistinum, tá Sandoyartunnilin letur upp.

Strandferðslan mælir til, at hann verður royndur á kalsoyarleiðini og á nólsoyarleiðini.

Sum skilst ætlar landsstýrið at selja Teistan, sum var bygdur í 2001, tá Sandoyartunnilin letur upp.

 

Siglir heldur ikki í dag

Erla Kongsdóttir siglir heldur ikki í dag.

Sildberin siglir á kalsoyarleiðini eftir vetrarferðaætlanini, sum kemur í gildi í dag.

Og Serenity heldur fram á skúvoyarleiðini.


 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Leygardag 18. januar
Morgunlestur leygardagur 18. januar 2025
186264
Fríggjadag 17. januar
Vikuskiftið 17 januar 2025
186483
Nýggjastu sendingar í SV