- Tíðindi, mentan og ítróttur
Diakonur í Mariukirkjuni: Saknur verður í nunnunum
Diakonur í Mariukirkjuni: Saknur verður í nunnunum
Kirkjuráðið og sóknarpresturin fara nú at síggja til, at alt, sum skal gerast, verður gjørt, sigur Christian Gabrielsen, diakonur
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
31.08.2023 - 18:10
Tað verður torført at røkja allar uppgávurnar, sum nunnurnar hava. Eisini verður saknur í persónliga sambandinum, sum tær hava havt.
Tað sigur Christian Gabrielsen, diakonur í Mariukirkjuni.
Í dag frættist, at fransiskanarsystraskipanin í Føroyum fer í søguna 1.juni 2024.
Christian Gabrielsen, diakonur í Mariukirkjuni.
Nunnurnar vóru fyrstu katolikkarnir í Føroyum, og nú eru umleið 300, sum hoyra til kirkjuliðið.
Tað verða fyrst og fremst kirkjuráðið og sóknarpresturin, sum nú fara at síggja til, at alt, sum skal gerast, verður gjørt, sigur Christian Gabrielsen.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
Christian_Gabrielsen
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV