- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyingur politiskt framsøgufólk hjá Liberal Alliance
Føroyingur politiskt framsøgufólk hjá Liberal Alliance
Sólbjørg Jakobsen, sum var vald á seinasta fólkatingsvali, tekur við eftir Alex Vanopslagh

Sólbjørg Jakobsen er nú politisk framsøgukvinna í Liberal Alliance
Mynd: Liberal Alliance
31.08.2023 - 13:15
Danski flokkurin, Liberal Alliance, hevur á summarfundi í hesum døgum valt nýtt politiskt framsøgufólk.
Tað er føroyingurin, Sólbjørg Jakobsen, sum var vald í Fólkatingið á valinum í fjør.
Tað kunngjørdi formaðurin í Liberal Alliance, Alex Vanopslagh, í dag:
31082023_Vanopslagh
Sólbjørg Jacobsen avloysir Alex Vanopslagh, sum bæði hevur verið formaður og politiskt framsøgufólk hjá flokkinum.
Sólbjørg Jacobsen nýtti høvið á summarfundinum at takka fyri álitið:
Solbjorg_Jakobsen
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV