- Tíðindi, mentan og ítróttur
350 fleiri húski í landinum
350 fleiri húski í landinum
1. juli vóru 4.870 húski við tveimum vaksnum, sum ikki hava børn
31.08.2023 - 11:13
Í juli vóru 19.145 húski í Føroyum. Hetta vóru sambært Hagstovuni 353 fleiri enn í fjør.
Húski við bara einum vaksnum uttan børn vóru knappliga 5.000, ella 4.973.
Síðani komu húski við tveimum vaksnum uttan børn. Tey vóru 4.870 í juli.
Vaksin eru fólk, sum eru 18 ár ella eldri.
Húski við støkum uppihaldara vóru 636 í juli.
Í einum húski eru fólk, sum hava sama skrásetta bústað í landsfólkaskránni.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV