- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nunnurnar gevast í Føroyum
- Tað er við sorg og trega, at vit boða frá avgerðini, sum katólski biskupurin í Keypmannahavn og katólski felagsskapurin í Føroyum hava tikið.
Tað stendur í tíðindaskrivi frá fransiskanarasystraskipanini, sum nú verður tikin av.
Væntandi orka ger, at skipanin heldur uppat 1. juni næsta ár, sigur Sister Laetitia Chevallier í tiðindaskrivinum.
Fransiskanarasystraskipanin hevur verið í Føroyum síðani 1931, men næsta summar heldur skipanin uppat. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Fransiskanarasystraskipanin hevur verið í Føroyum síðani 1931.
"Fjarstøðan til landspartin í starvsøkinum er møtimikil, og tvørleikarnir at fáa innfararloyvi, noyða okkum at taka torførar avgerðir. Vit mugu tí ásanna okkara væntandi orku at standa fyri felagsskapinum eftir 1. juni í 2024," stendur í tíðindaskrivinum.
Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum klokkan 12.20.