Starvsfólkatrot kostar Tórshavnar kommunu 400.000 kr.

Starvsfólkatrot kostar Tórshavnar kommunu 400.000 kr.
Fólk gjalda ikki fyri barnaansing, tá eingin barnaansing er
Frá august í fjør til og við apríl í ár eru latnar 308.000 kr. í endurgjaldi til foreldur, tí starvsfólkatrot ger, at dagstovnar hava ikki opið allan dagin ella hvønn dag. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
31.08.2023 - 08:22

Tað kostar Tórshavnar kommunu okkurt um 400.000 kr. um árið, tí dagstovnarnir ikki hava opið allan dagin ella hvønn dag.

Fólk gjalda ikki fyri barnaansing, tá eingin barnaansing er.

Starvsfólkatrot ger, at nakrir dagstovnar, vøggustovur og barnagarðar ikki fáa havt børnini heilan dag ella hvønn dag.   

Frá august í fjør til og við apríl í ár eru latnar 308.000 kr. í endurgjaldi til foreldur.

Fyri eitt heilt dagstovnaár kann roknast við, at endurgjaldið er okkurt um 400.000 kr, sigur  Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri hjá Tórshavnar kommunu.

Eitt vøggustovupláss kostar 176 kr. um dagin, og eitt barnagarðspláss kostar 108 krónur.

Foreldragjaldið er 27 prosent.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Leygardag 18. januar
Morgunlestur leygardagur 18. januar 2025
186264
Fríggjadag 17. januar
Vikuskiftið 17 januar 2025
186483
Nýggjastu sendingar í SV