Lokking og kynslig avnoyðsla skal verða kynsligt brotsverk

Lokking og kynslig avnoyðsla skal verða kynsligt brotsverk
Uppskotið er farið til ummmælis, og eftir ætlan kemur lógin í gildi á nýggjárinum
"Lokking” ella “grooming” vísir til ta støðu, tá ið persónur roynir at byggja upp samband við barn ella ungan undir 18 ár við ætlan um seinni at fremja kynsligan ágang móti barninum ella tí unga. (Savnsmynd)
 
30.08.2023 - 16:27

Lógaruppskot um, at lokking og kynslig avnoyðsla skulu verða kynslig brotsverk í Føroyum, er sent til ummælis. 

Í revislógini verður ikki lagt nóg nógv uppfyri, at kynsligur ágangur ímóti børnum og ungum í størri og størri mun fer á netinum. Lagt er heldur ikki uppfyri, at alnetið ger tað lætt hjá pedofilum at koma í samband við børn og ung við at geva seg út fyri at vera ein annar, stendur í uppskotinum.

 

Sambandið bygt upp á netinum

“Lokking” ella “grooming” vísir til ta støðu, tá ið persónur roynir at byggja upp samband við barn ella ungan undir 18 ár við ætlan um seinni at fremja kynsligan ágang móti barninum ella tí unga. Sambandið verður vanliga bygt upp á netinum.

Kynslig avnoyðsla eitur á enskum “sextortion” og er samanseting av orðunum “sex” og “extortion.” Hetta er, tá ið persónur eitt nú brúkar nakinmyndir ella annað kynsligt tilfar av órættaða til at noyða órættaða at fremja kynsligar gerðir á seg sjálvan.

 

Uppskotið kemur í heyst

Ummælistíðin er til 27. september.  Uppskotið verður væntandi lagt fyri tingið í heyst, og lógin skal eftir ætlan koma í gildi 1. januar 2024, sigur Løgmálaráðið.

Uppskotið kann lesast her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Langi fríggjadagur
190849
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Skírisdagur
190847
Hósdag 17. apríl
Áður enn eg ljósið sá
190844
Mikudag 16. apríl
Mono - Passions Just LIke Mine (5:5)
190823
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta
190846
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835
Týsdag 15. apríl
Veðrið
190770
Týsdag 15. apríl
Dagur og vika
190805