- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hava nú keypt allan partin hjá landinum í Lív
Hava nú keypt allan partin hjá landinum í Lív
Partafelagið Fakfelag hevur keypt tann seinasta partin fyi 11,7 mió. kr.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
30.08.2023 - 08:16
Partafelagið Fakfelag hevur nú keypt allan lutin hjá landinum í tryggingarfelagnum Lív.
Fakfelag, sum fyrst var smápartafelag, var stovnað í 2012 og beyð sær longu tá til at keypa partin hjá landinum í Lív.
Men ikki fyrr enn í 2016 keypti Fakfelag ein part hjá landinum í Lív.
Tá var semja um, at í seinasta lagi um tíggju ár, tað er 1.september 2026, keypir Fakfelag tað, sum eftir er, 16,67 prosent, fyri 11 milliónir og 667.000 kr.
21 fakfeløg eru í partafelagnum Fakfelag.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV