- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tulka ikki upplatingartíðir eins
Løgtingsins umboðsmaður og Barna- og útbúgvingarmálaráðið tulka ikki dagstovnalógina eins.
Talan er um upplatingartíðir hjá frítíðarheimum og frítíðarskúlum.
Umboðsmaðurin fekk eina klagu um frítíðartilboð til børn í skúlaaldri.
Ansing í skúlafrítíðini
Umboðsmaðurin hevur tí spurt Barna- og útbúgvingarmálaráðið, í hvønn mun kommunur hava skyldu til at veita skúlabørnum ansing, tá skúlafrí er.
Barna- og útbúgvingarmálaráðið svaraði, at frítíðarskúlar og frítíðarheim á ein heilt serligan hátt eru tengd at skúla og skúlagongd.
Upplating hjá hesum tilboði kann tí eisini fylgja skúlatíð.
Dagstovnalógin dagførast
Barna- og útbúgvingarmálaráðið vísti tó á, at dagstovnalógin skal dagførast í næstum.
Tá vera upplatingartíðir eisini viðgjørdar og nágreinaðar, so eingin ivi er um tær.
Umboðsmaðurin tulkar lógina soleiðis, at skulu frítíðarskúlar og frítíðarheim bara vera opin skúladagar, so eigur tað at standa í lógini.
Løgtingsins umboðsmaður ger tó ikki meira við málið nú, tí dagstovnalógin skal dagførast í næstum.