Hákun West av Teigum sigraði í fyrsta Bundesligadystinum

Hákun West av Teigum sigraði í fyrsta Bundesligadystinum
Nýggja týska felagið hjá Hákun West av Teigum, Füchse Berlin, vann ársins fyrsta Bundesligadyst móti SC DHfK Leipzig. Men tað bleiv sera javnt
Føroyska hondbóltsstjørnan Hákun West av Teigum var mitt í rokanum, tá nýggja felag hansara, Füchse Berlin, vann ársins fyrsta Bundesligadyst
 
28.08.2023 - 19:47

Tað bleiv ein spennandi dystur, tá Füchse Berlin, við Hákuni West av Teigum í hópinum, vann ársins fyrsta Bundesligadyst móti SC DHfK Leipzig 31-29.

Føroyski høgri vongurin spældi allan seinna hálvleik, men fekk ikki reiðiliga møguleikan at vísa, hvør dugur er í honum, tí hann fekk snøgt sagt ikki bóltin. 

Nærmasti viðleikari hjá Hákuni West av Teigum á høgra bakki var stóra stjørnan á liðnum, danin Mathias Gidsel, ið telist millum heimsins bestu hondbóltsleikarar.

Nógv dugir Mathias Gidsel, men eitt dugir hann ikki, og tað er at leypa á úteftir frá sínum høgra bakkplássi, so pláss verður fyri vonginum. 

Soleiðis er tað ofta, tá Danmark spælir landsdystir, tí tá stendur føroyingurin á danska landsliðnum, Jóhan á Plógv Hansen, oftan og blómar úti á høgra vongi uttan at nerta bóltin. 

Og soleiðis var tað eisini í dag, tí Mathias Gidsel fór so at siga hvørja ferð inn móti miðjuni, tá hann leyp á. 

Men tað ber ikki ordiliga til at finnast at dugnaliga dananum, tí við sínum átta málum og mongum fríspælingum, so var hann avgerandi fyri, at Füchse Berlin vann dystin. 

Tað var í grundini ikki fyrr enn í síðsta minuttinum, at Hákun West av Teigum loksins bleiv spældur fríur í einari avgerandi løtu.

Støðan var 30-29 til Füchse Berlin, og 20 sekund vóru eftir at spæla.

Tíverri fekk Hákun West av Teigum bóltin í einari, fyri honum, rættiliga óvandari støðu inni á strikuni. Og tíverri misnýtti føroyska hondbóltsstjørnan eisini stóra møguleikan.

Men tað ávirkaði á ongan hátt úrslitið av dystinum, tí bólturin fór út til innkast til Füchse Berlin, og í næsta álopinum skoraði Mathias Gidsel avgerandi málið til 31-29. 

 

SC DHfK Leipzig - Füchse Berlin  29:31 (13:15)

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878