- Tíðindi, mentan og ítróttur
Menn ikki vardir nóg væl í lóg um foreldramyndugleika
Sera fáir menn halda, at lógin um foreldramyndugleika verjir teir líka væl sum hon verjir kvinnur.
Bara trý prosent av monnum í Havn halda, at menn eru eins væl vardir og kvinnur.
Á bygd halda fimm prosent, at menn eru eins væl vardir.
Nýggj frágreiðing er komin um gerandislívið, virði og familjuviðurskifti hjá monnum í Føroyum.
Firouz Gaini, professari í antropologi, var verkætlanarleiðari. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
650 menn vóru spurdir
Frágreiðingin er ein spurnarkanning, sum var gjørd í februar og mars 2022.
650 menn í aldrinum 18 til 52 ár vóru við í kanningini. 136 spurningar vóru í kanningini.
Søgu- og samfelagsdeildin á Fróðskaparsetrinum stóð á odda fyri kanningini og frágreiðingini pápar og familjulív í Føroyum 2022.
Firouz Gaini, professari í antropologi, var verkætlanarleiðari.
Spurnakanningin var gjørd í samstarvi við fyritøkuna Lóður.
Talan er um fyrstu kanning av sínum slagi í Føroyum.
Kanningin kann lesast her.