Vænta 2.700 næmingar hetta skúlaárið

Vænta 2.700 næmingar hetta skúlaárið
Tórshavnar kvøldskúli bjóðar 258 lærugreinar á 37 undirvísingarstøðum eru hetta skúlaárið, harav 50 nýggjar
Nógv fleiri kvinnur enn menn brúka kvøldskúlan í Havn, 68 prosent kvinnur og 32 prosent menn, vísa seinastu tølini.
 
28.08.2023 - 08:31

Tilmeldingin hjá Tórshavnar kvøldskúla byrjar í kvøld.

Skúlin væntar at fáa 2.700 næmingar hetta skúlaárið.

Í fjør vóru 2.475 næmingar.

 

50 nýggjar lærugreinar

Annars hava verið fleiri næmingar undanfarin ár. Í 2020 vóru 3.064 næmingar.

258 lærugreinar á 37 undirvísingarstøðum eru hetta skúlaárið, harav 50 nýggjar. Lærararnir eru 150 í tali. 

Lærugreinarnar vóru eisini fleiri hini árini. Í fjør vóru 315 lærugreinar.

 

Fleiri kvinnur enn menn

Nógv fleiri kvinnur enn menn brúka kvøldskúlan í Havn, 68 prosent kvinnur og 32 prosent menn, vísa seinastu tølini.

34 prosent eru í aldursbólkinum 40 til 59 ár, meðan 19 prosent eru millum 60 og 90 ár. 

Seinasta skúlaár vóru 197 tilflytarar á skeiði í føroyskum í kvøldskúlanum.

Jógvan Sørin Hansen hevur verið skúlastjóri í Tórshavnar kvøldskúla síðani 1.september 2014.

Hoyr samrøðu við Jógvan Sørin Hansen um nýggju tilmeldingarskipanina í útvarpstíðindunum: 

 

28082023_Jogvan_Sorin_u_tilmeldingarskipan


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Leygardag 18. januar
Morgunlestur leygardagur 18. januar 2025
186264
Nýggjastu sendingar í SV