Heimafriður: Færri russisk skip gera stóran mun

Heimafriður: Færri russisk skip gera stóran mun
Fólk boða frá, at tey fyri fyrstu ferð í langa tíð hvíla, og lívsgleðin er komin aftur, sigur felagið
Russiskir trolarar við bryggju í Runavík. Bara 10 til 20 prosent av ferðsluni, sum var, er eftir, nú havnarstongsul er..
 
28.08.2023 - 08:20

Felagsskapurin Heimafriður fegnast, nú nógv færri russisk skip koma í føroyskar havnir.

Heimafriður vísir til Havnanetverkið, sum sigur, at bara 10 til 20 prosent av ferðsluni, sum var, er eftir, nú havnarstongsul er.

Heimafriður sigur, at 80 til 90 færri klagur eru nú um gang frá skipum.

Fólk boða Heimafriði frá, at tey fyri fyrstu ferð í langa tíð hvíla, og lívsgleðin er komin aftur, sigur Heimafriður.

Heimafriður heldur, at Havnanetverkið eigur at nýta høvið til at endurskoða og gera neyðugu broytingarnar til frama fyri tey, sum búgva nærindis havnunum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Leygardag 18. januar
Morgunlestur leygardagur 18. januar 2025
186264
Nýggjastu sendingar í SV