Hækka nú eisini rentuna á lønarkontum

Hækka nú eisini rentuna á lønarkontum
BankNordik hækkar rentuna 0,25 prosent 11. september
BankNordik hækkar rentuna á lønarkontum 11. september.
 
25.08.2023 - 12:58

Í hálvt annað ár er rentan á útlánum hækkað støðugt, men nú hækkar BankNordik eisini rentuna á vanligum lønarkontum.

Rentuhækkingin kemur í gildi 11. september.

Kundar, sum hava lønarkontu hjá BankNordik í Grønlandi, fáa longu 0,25 prosent í rentu, men higartil hevur hetta ikki verið galdandi fyri føroysku kundarnar. 

 

Turið F. Arge er forstjóri í Føroya Banka. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Avlopið hjá BankNordik fyrsta ársfjórðing í ár var 50 milliónir kr. størri enn somu tíð í fjør, og tí væntar bankin, at úrslitið í ár verður millum 235 og 265 milliónir kr.

Hoyr samrøðu við Turið F. Arge, forstjóra í BankNordik, í útvarpstíðindunum: 

 

25082023_Bankarentur


 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008
Týsdag 28. januar
Orðaval #10 - talumál og Norðlýsið
186983
Týsdag 28. januar
Góðan morgun Føroyar
186960
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. januar
Vegamót: Støðan í ríkisfelagsskapinum
187006
Týsdag 28. januar
Veðrið
186991
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881