- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landsrætturin staðfesti dóm um kynsliga misnýtslu
Landsrætturin staðfesti dóm um kynsliga misnýtslu
Eystari landsrættur hevur viðgjørt trý mál í hesi vikuni
25.08.2023 - 11:08
Eystari landsrættur hevur staðfest dóm hjá Føroya Rætti um kynsligan misnýtslu.
Ákærdi fekk í Føroya rætti 10 mánaða treytaleysa fongsulsrevsing fyri annað kynsligt samband enn samlegu við abbadóttir, sum var undir 12 ár, tá brotini fóru fram.
Í gjár viðgjørdi landsrætturin málið og staðfesti dómin hjá Føroya Rætti.
Tað skrivar løgreglan í tíðindaskrivi.
Tvey onnur mál hava eisini verið fyri í landsrættinum í vikuni.
Fyrra málið snúði seg brot á djóravælferðarlógina. Dómur fellur 31. august.
Í seinna málinum, sum var eitt harðskapsmál, varð kæran tikin aftur. Tá ið ein kæra verður tikin aftur, verður dómurin hjá Føroya Rætti endaligur.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
TEMAPLÁTAN: Welcome to the Pleasuredome, Frankie Goes To Hollywood, 1984
186486
Nýggjastu sendingar í SV