Norska matvørueftirlitið gevur SalMar bót

Norska matvørueftirlitið gevur SalMar bót
Orsøkin er stórar nøgdir av deyðum og illa sjúkum fiski í aliringunum
Norska matvørueftirlitið sigur, at í tí eina aliringinum høvdu 85 prosent av fiskinum sár. (Mynd: Norska matvørueftirlitið)
 
24.08.2023 - 11:02

Norska matvørueftirlitið hevur givið alifyritøkuni SalMar eina bót upp á 1,7 milliónir norskar krónur - tað svarar til 1,1 millión krónur í okkara gjaldoyra.

Hetta er tað mesta, matvørureftirlitið kann geva í bót.

Orsøkin er stórar nøgdir av deyðum og illa sjúkum fiski í ringunum.

NRK skrivar, at talan er um alibrúkið Hjortøya á Trøndelagstrondini, har SalMar í staðin fyri at taka tann deyða og sjúka fiskin hevur latið hann livað við teimum líðingum, sum fylgja við.

 

Hava ikki hugsað um vælferð

Í síni niðurstøðu sigur matvørueftirlitið millum annað, at "í hesum málinum er okkara meting, at tit hava lagt ov stóran dent á at minka um fíggjarligan miss, og hava ikki mett stór og opin sár á einum stórum tali av fiski sambært fiskavælferðini."

Tað var í apríl mánaði, at matvørueftirlitið var á ófráboðaðari vitjan á tíggju ymsum alibrúkum hjá fleiri ymiskum alifyritøkum.

Í alibrúkinum hjá SalMar fann matvørueftirlitið nógvan deyðan alilaks og eisini fisk við sonevndum vetrarsárum. Hesi sár koma ofta í sambandi við avlúsing.

 

Ósamdir, men rinda kortini

Matvørueftirlitið gav tá SalMar eitt greitt tilmæli, um at taka allan fiskin í tí eina ringinum, har 85 prosent høvdu sár, men fyritøkan lurtaði ikki eftir tilmælinum. 

SalMar sigur í tíðindaskrivi, at fyritøkan er sera ósamd við niðurstøðuni hjá matvørueftirlitinum um, at tað er grundarlag fyri at geva bót, men at fyritøkan fer kortini at rinda bótina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 23. november
Jambalaja - 231124
184069
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Leygardag 23. november
Morgunlestur leygardagur 23.november 2024
183776
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981