- Tíðindi, mentan og ítróttur
Seks vilja vera stjóri í Hoyvíkar skúla
Seks vilja vera stjóri í Hoyvíkar skúla
Starvið skal setast 15.september, ella so skjótt sum til ber.
23.08.2023 - 09:55
Seks umsóknir eru um skúlastjórastarvið í Hoyvíkar skúla, skrivar Skúlablaðið.
Starvið skal setast 15.september, ella so skjótt sum til ber.
Í Hoyvíkar skúla eru 349 næmingar í 1.flokki til 9.flokk.
Harumframt hevur skúlin serflokk, serliga ætlaður næmingum, sum hava autismu.
16 næmingar eru í serflokkinum.
Hans Jón Thomsen, sum var stjóri í nógv ár, er farin í annað starv.
Síðsta árið hevur varaskúlastjórin, Jens á Skipagøtu, røkt starvið.
Hann hevur sagt seg úr tí.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
TEMAPLÁTAN: Welcome to the Pleasuredome, Frankie Goes To Hollywood, 1984
186486
Nýggjastu sendingar í SV