Á Breddanum: Serflokkar í fólkaskúlanum

Á Breddanum: Serflokkar í fólkaskúlanum
Tørvurin á serflokkum er nógv vaksin seinastu árini, og nú ganga 238 næmingar í serflokki
Talið á næmingum í fólkaskúlanum, sum hava tørv á at sleppa í serflokk, er trífaldað seinastu sjey árini. (Savnsmynd)
 
23.08.2023 - 09:08

Talið á næmingum í fólkaskúlanum, sum hava tørv á at sleppa í serflokk, er trífaldað seinastu sjey árini.

Í 2017 var talið 82. Í dag, sjey ár seinni, er talið 238.

Hví er talið hækkað so nógv, og hvat verður gjørt fyri at bøta um støðuna?

Landsstýrismaðurin í barna- og undirvísingarmálum hevur fingið eitt tilmæli um, hvat kann gerast fyri at bøta um støðuna.

Kjak verður í útvarpsstovuni millum Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismann, og Fríðbjørg Hammer, varaskúlastjóra í Kollafjarðar skúla. Hon er útbúgvin serlærari, og var eisini við til at gera tilmælið.

Breddin í útvarpinum klokkan 10.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Leygardag 18. januar
Morgunlestur leygardagur 18. januar 2025
186264
Nýggjastu sendingar í SV