Starvsfólkatrot: Fáa barnið ansað annan hvønn dag

Starvsfólkatrot: Fáa barnið ansað annan hvønn dag
Hetta ber ikki til, og okkurt má henda nú, sigur Eivind Eysturoy um dagstovnaøkið í Tórshavnar kommunu
Starvsfólkatrotið á summum dagstovnum í Havn er so stórt, at foreldur fáa nú at vita, at barn teirra bara verður ansað annan hvønn dag. (Savnsmynd)
 
22.08.2023 - 18:00

Enn einaferð hava foreldur í Tórshavnar kommunu fingið fráboðan um skert virksemi á dagstovnaøkinum. 

- Vit kunnu ikki halda fram á hendan hátt. Okkurt má henda nú, sigur Eivind Eysturoy, pápi at einum barni, sum nú bara sleppur at stovn annan hvønn dag.

- Tað kemur sera illa við at fáa eini slík boð, dagin fyri, at virksemið á dagstovninum verður skert, sigur hann.

Eivind Eysturoy hevur gjørt vart við støðu sína á facebook, og í uppslagnum sæst, at tað eru fleiri onnur foreldur, ið kenna seg aftur.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

Evind_Eysturoy_um_barnaansing

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Leygardag 18. januar
Morgunlestur leygardagur 18. januar 2025
186264
Nýggjastu sendingar í SV