Hava róð í fýra dagar

Hava róð í fýra dagar
Tað gongur væl at rógva útnyrðingsleiðina, hóast veðrið er skiftandi, sigur Livar Nysted
Hetta er báturin, sum Livar Nysted og hini rógva í. Ferðin er 2,5 fjórðingar um tíman.
 
22.08.2023 - 10:32

Um vikuskiftið byrjaði ferðin hjá Livari Nysted og hinum at rógva útnyrðingsleiðina fram við strondini í Kanada og Alaska. 

Hendan leiðin er ikki rógvin áður. 

Teir hava nú róð í fýra dagar. 

 

Trongligt er í bátinum, skrivar Livar Nysted á Facebook.

 

Við útvarpið sigur Livar Nysted, at tað gongur væl.

Veðrið hevur verið skiftandi. Teir báðar fyrstu dagarnir vóru baldrut við nógvum vindi og regni, men í dag er stilli og mjørki.  

Ferðin í løtuni er 2,5 fjórðingar um tíman. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Leygardag 18. januar
Morgunlestur leygardagur 18. januar 2025
186264
Nýggjastu sendingar í SV