Ukraina bjóðar grønlendingum at tosa um fólkaræði

Ukraina bjóðar grønlendingum at tosa um fólkaræði
Kim Kielsen, landstingsformaður, og Múte B. Egede, landsstýrisformaður, hittu ukrainska forsetan í Keypmannahavn í gjár
Ukrainski forsetin var stórliga fagnaður á vitjan síni í Keypmannahavn í gjár.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
22.08.2023 - 08:44

Grønland var í gjár boðið at koma til Ukraina í heyst at tosa um millum annað fólkaræði.

Tað sigur Kim Kielsen, landstingsformaður.

Hann og landsstýrisformaðurin, Múte B. Egede, hittu Volodymyr Zelenskyj, forseta, í Keypmannahavn í gjár.

Kim Kielsen sigur við KNR, at talan er um óformliga innbjóðing frá fólki hjá Zelensky.

So Grønland fær ikki svarað enn. Innbjóðingin skal viðgerast í Grønlandi fyrst.

 

Kim Kielsen, landstingsformaður.

 

Onnur eru eisini boðin

Kim Kielsen sigur, at onnur demokratisk lond hava eisini fingið hesa innbjóðing.

Múte B. Egede heldur, at møguleiki er fyri, at Grønland tekur av innbjóðingini frá Ukraina.

Hann sigur, at størri samhandil millum londini bæði kann spyrjast burturúr.

15 prosent av útflutninginum hjá Grønlandi var til Russlands. Men hann er nú hildin uppat.

 

Múte B. Egede, landsstýrisformaður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Leygardag 18. januar
Morgunlestur leygardagur 18. januar 2025
186264
Nýggjastu sendingar í SV