Havsbrún setur met í ár

Havsbrún setur met í ár
Virkið fer at selja 130.000 tons av alifóðri í hesum árinum
Rakstrarúrslitið hjá Havsbrún var 128 mió. kr. í øðrum ársfjórðingi.
 
22.08.2023 - 08:15

Havsbrún fer at hava eitt metár í ár.

Tað sigur Bakkafrost, sum eigur Havsbrún.

Havbrún fer væntandi at gera meira mjøl og lýsi í ár enn nakað annað ár.

Virkið fer at selja 130.000 tons av alifóðri í ár. Meginparturin verður seldur í Føroyum og í Skotlandi.

 

128 mió. í avlopi

Rakstrarúrslitið hjá Havsbrún var 128 mió. kr. í øðrum ársfjórðingi.

Tað var 119 mió. kr. í øðrum ársfjórðingi í fjør.

Tilmælið hjá ICES um svartkjaft, sum Havsbrún brúkar til alifóður, er 81 prosent størri enn í fjør.

Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost-samtakinum fyri annan ársfjórðing er 353 milliónir krónur. Tað var 587 milliónir krónur í øðrum ársfjórðingi í fjør. 

Úrslitið eftir skatt var hall, 123 mió.kr. Tað var avlop, 845 mió.kr., í fjør.

 

Lægri prísur

Laksaprísurin í norskum krónum í øðrum ársfjórðingi var eitt prosent hægri enn í øðrum ársfjórðingi í fjør.

Men av tí at norska krónan er so veik, var prísurin 15 prosent lægri í evrum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. februar
Vikuskiftið 7 februar 2025
187506
Fríggjadag 7. februar
Brot úr Føroya søgu
187467
Fríggjadag 7. februar
Breddin: Grønland
187466
Fríggjadag 7. februar
Góðan morgun Føroyar
187465
Fríggjadag 7. februar
RagnarRokk:Steffen Kummerer um A Sonication
187395
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342