- Tíðindi, mentan og ítróttur
Plássbílegging á Kalsoyarleiðini
Strandferðslan setir plássbíleggingarskipanina í verk á Kalsoyarleiðini
Tá ið Sam í dag fer á beding í tríggjar vikur, avloysir Erla Kongsdóttir á Kalsoyarleiðini.
Samstundis verður plássbíleggingarskipan sett í verk á Kalsoyarleiðini.
Fastbúgvandi eiga 10 pláss
Tíggju føst pláss eru sett av á hvørjum túri til fastbúgvandi í Kalsoynni og skulu hesi eins og áður nýta borgarakortið frá Klasvíkar kommunu.
Tað er ikki neyðugt við plássbílegging til hesi plássini.
Plássbílegging til ferðafólk við Erlu Kongsdóttir kann gerast á heimasíðuni hjá Stranferðsluni.
Tá ið Sam um tríggjar vikur kemur aftur í sigling á Kalsoyarleiðini, verður plássbíleggingarskipanin flutt yvir á Sam.
Tó skulu ávísar fyrireikingar og tillagingar gerast fyrst, áðrenn skipanin verður sett í verk, m.a hvørji atlit skulu takast at teimum fastbúgvandi í Kalsoynni.